HM tipping: Í dag setur Jákup Ósá sínar pengar á ein heldur óvæntaðan sigur til Holland.
Í gjár tippaði Kristian Joensen her á nordlysid.fo. Av teimum trimum dystunum tippaði hann tveir rættar. Uppá sítt odds veddimál hevði báðar dystirnar rættar, sum hann valdi at spæla og vann tí 430 kr., um hann setti 100 kr.(sum er hægsta upphædd) á seðilin, sum er okkara útgangsstøðið, hóast tippararnir í veruleikanum kunnu seta hægri ella lægri upphædd uppá. Uppá sítt sats var hann nær við, tá hann væntaði at Kroatia fekk javnleik.
Í dag tippar Jákup Ósá og hann grundgevur soleiðis um sínar tippingar, sín odds seðil og sín sats seðil í dag:
Mexico-Cameroon
Hyggja vit eftir fólkinum, so skilir lítið hesi bæði liðini. Bæði liðini hava havt misjøvn úrslit upp undir kappingina. Eg vænti fá mál hendan dystin.
Tipping: X
Odds: 3,10
Spania-Holland
Her fáa vit fyrsta stórdystin hesa HM kappingina. Spania hevur sólað sær við góðum úrslitum seinastu árini og skulu verja HM heitið. Holland hevur eitt rímuliga nýtt lið við einstøkum profilum. Eg trúgvi hollendarar eru svangari og vinna tí heldur óvæntað ein smalan sigur.
Tipping: 2
Odds: 4,70
Chile-Australia
Chile við Vidal og Sanchez á odda kann fara at gera um seg hesa kappingina. Meðan hópurin hjá Australia ikki sær serliga ræðandi út og uttan nakran profil. Úrslitini hjá Chile upp til kappingina hava eisini verið unandi betri enn hjá Australia. Dagsins tryggasta tipp.
Tipping: 1
Odds: 1,45
Eg oddsi í dag: (her er frítt at velja millum singul dyst, system t.d. 3 av 5), fyrsta málskjútta osv.
Chile-Australia (0-1) 1
Odds: 2,20
Eg satsi í dag: (Her skal eg velja ein odds, sum skal vera yvir 3,0. Eisini her er frítt at velja millum øll sløg av tippingingum)
Spania-Holland (1-0) 2
Odds: 12,0
Hinir tippa
Kristian Joensen:
Mexico-Cameroon X (odds: 2,4)
Chile-Australia 1 (odds :1,4)
Spania-Holland 1 (odds: 2,1)
Regin Sivertsen:
Mexico-Cameroon 1 (odds: 2,1)
Chile-Australia X (odds: 2,2)
Spania-Holland X (odds: 2,2)
Ragnar Joensen:
Mexico-Cameroon X (odds: 2,15)
Chile-Australia X (odds: 2,3)
Spania-Holland X (odds: 2,2)
Støðan
1. Jákup Ósá 6 stig
2. Ragnar Joensen 6 stig
3. Regin Sivertsen 5 stig
4. Kristian Joensen 5 stig
Vinningur:
Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.
Hvør tippar nær?
12. juni: Kristian Joensen
13. juni: Ragnar Joensen
14. juni: Regin Sivertsen
15. juni: Kristian Joensen
16. juni: Ragnar Joensen
17. juni: Regin Sivertsen
18. juni: Kristian Joensen
19. juni: Ragnar Joensen
20. juni: Regin Sivertsen
21. juni: Kristian Joensen
22. juni: Ragnar Joensen
23. juni: Regin Sivertsen
24. juni: Kristian Joensen
25. juni: Ragnar Joensen
26.juni: Regin Sivertsen
28.juni: Kristian Joensen
29. juni: Ragnar Joensen
30. juni: Regin Sivertsen
1. juli: Kristian Joensen
4. juli: Ragnar Joensen
5. juli: Regin Sovertsen
8. juli: Kristian Joensen
9. juli: Ragnar Joensen
12. juli: Regin Sivertsen
13. juli: Allir (Finalan)
Endar við javnleiki, so so avgera vit tað við, hvør hevur vunnið satsið uppá hægst odds.
Hvussu nógvar av 64 dystum vænta tit at tippa rætt:
Kristian: 38
Ragnar: 35
Regin: 36
Ársins yvirraskilsi: KJ: Fílabeinsstrondin, RJ: Croatia, Regin: Fílabeinsstrondin, JÓ: Japan
Ársins vónbrot: KJ: Spania, RJ: Ongland, Regin: Italia, JÓ: Argentina
Spurningar:




