U21 landsliðsleikarin hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.
‘Na na na nananana Jákup’ verður framhaldandi at hoyra við Djúpumýru eins og síðsta sunnudag, nú Jákup B. Andreasen hevur gjørt sáttmála við KÍ fyri kappingarárini 2017 og 2018. Hóast hann bara er 17 ár, so er Jákup longu partur av U21 landsliðnum, og hann er blivin nærum fastur leikari í uppstillingini hjá KÍ, har hann í ár fyri tað mesta hevur spælt á sentrala miðvøllinum, men eisini hevur havt løtur á høgra kanti og á vinstra bakki.
– Hjá mær hevur tað stóran týdning at spæla við KÍ. Býurin og áskoðararnir brenna fyri KÍ og tað ger tað eyka stuttligt at spæla við her. Tað sær gott út hjá liðnum í løtuni, men eisini uppá longri sikt. Bæði á og uttanfyri vøllin koyra tingini rættuliga professionelt eftir mínum tykki. So samanlagt var tað lætt val at skriva undir nýggjan sáttmála.




