Nobel-heiðurslønarvinnarin og faðirin at arvastronginum, James Watson, má av heilsuávum avlýsa ferðina til Føroya og verður tí ikki hjástaddur í sambandi við FarGen Summit á Hotel Føroyum hósdagin og fríggjadagin. Hann hevur drigist við ringt krím seinastu tíðina.

Áhoyrararnir sleppa kortini at hoyra og síggja alla framløguna hjá James Watson, tí hon verður á stórskíggja í staðin.
84 ára gamli Watson er sera harmur um at mugu avlýsa ferðina. Sjálvur sigur hann, at hann hevur útsett sína Føroya-ferð, tí hann ætlar sær heilt vist at koma seinni.
– Hetta er sera harmiligt, tí Watson er spennandi og hevur stór avrik at vísa á. Ein tílík avlýsing kann koma fyri hjá einum manni í hansara aldri, men vit fegnast um, at vit kortini kunnu bjóða áhoyrarunum hansara framløgu á stórskíggja, sigur Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari. Fyrireikararnir eru annars fegnir um, at eini 100 fólk luttaka á ráðstevnuni.