Venjarin hjá HB sigur, at í HB verður tað ikki fokuserað uppá støðuna á stigatalvuni í løtuni, men heldur upp nýggja konseptið hjá felagnum.
Mánadagin møtast KÍ og HB í einum slagi av toppdysti í Klaksvík. KÍ liggur undan dystinum á 2. plássi, meðan HB liggur á 5. plássi. Men hóast hetta, so hevur HB bara 2 stig upp til fremsta plássið. Jan C. Dam er venjari hjá HB, og hann gleðir seg til uppgávuna, men fokuserar ikki ov nógv uppá stigatalvuna.
– Eg vænti mær ein góðan klassikara. Vit eru byrjaðir uppá eitt nýtt konsept, har vit geva ungum leikarum møguleikan, og hetta halda við fast í. Tí fokusera vit ikki so nógv uppá úrslitini, men vit eru væl nøgdir við okkara støðu í løtuni, har vit eru partur av oddinum, sigur Jan C. Dam við Norðlýsið.




