Leygardagin bleiv Jan Elmar Sørensen føroyameistarari í 10 km renning, og vann hann eisini samlaðu TF Vetrarkappingina. Runnið bleiv í Runavík, har Roysnið saman við FÍF skipaði fyri árligu Várkappingini. Líkindini í dag vóru hampilig. Runnið bleiv á einum rundteini á góðar 1,1 km. Tað var eitt lot og sirmaði eitt sindur eisini, men kortini bleiv av nógvum runnið skjótt.
Yvir 80 rennarar vóru við í kappingini. Ungu rennararnir úr Treysti runnu rættiliga væl. Jan Elmar gjørdist tryggur vinnari við tíðini 33,57 minuttir, sum er persónligt met hjá honum. Honum næstur kom Julian Gregersen við tíðini 34,38 minuttir og er tað eisini persónligt met. Nummar trý bleiv Andrias Hansen úr Bragdið við 34,50 minuttir. Á fimta plássi kom Gunnar Sivertsen úr Treysti við 35,53 minuttir, sum eisini er persónligt met.
Í samlaðu TF Vetrarkappingini gjørdist endaliga støðan í opna bólkinum hjá monnum eftir átta umfør:
Nr. 1 Jan Elmar Sørensen, Treysti 256 stig
Nr. 2 Eirikur Hansen, Bragdið 245 stig
Nr. 3 Julian Gregersen, Treysti 242 stig
Nr. 4 Andrias Hansen, Bragdið 223 stig
nr. 5 Martin Gravesen, Bragdið 209 stig
Nr. 6 Gunnar Sivertsen, Treysti 207 stig
Julian og Gunnar settu báðir persónlig met í dag
Rani Nolsøe bleiv nummar tvey í superveteranbólkinum í FM og eisini í samlaðu TF Vetrarkappingini.
Heini Gregersen Jonhard Larsen
Kaj Dam Borgar Biskopstø
Júst í Túni Rani Nolsøe
Gunnar Simonsen
Aðrir menn úr Treysti runnu eisini væl. Her eru tíðirnar hjá teimum:
38,52 Heini Gregersen
39,46 Jonhard Larsen
40,01 Kaj Dam
40,15 Borgar Biskopstø
41,48 Júst í Túni
42,08 Rani Nolsøe
46,10 Gunnar Simonsen
Julian Gregersen (2), Jan Elmar Sørensen (1) og Andrias Hansen(3) við FM-heiðursmerkjunum
Fremstu menn í TF Vetrarkappingini: Eirikur Hansen (2), Jan Elmar Sørensen (1) og Julian Gregersen(3)
Fremstu superveteranar í TF Vetrarkappingini: Rani Nolsøe (2), Jens R. Weihe (1) og Kári Simonsen (3)







