Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Højgaard: Búskaparráðið brúkar tøl við ongum skili

John William Joensen

Formaðurin í Fiskimannafelag Føroya, Jan Højgaard, sigur at Fiskimannafelagið hevur eina skipan har teir skráseta hvat hvør einstakur limur tjenar og tí kann hann vátta at tað er fullkomiliga burtur við tá búskaparráðið sigur at miðallønin umborð á uppisjóvar flotanum er 1,5 mió. kr. um árið. Eingin dekkari sum arbeiðir umborð á nótaskipunum kemur uppá milliónina og eg kann vátta at tølini sum Norðlýsið vísir til eru tey røttu.

Tað er ikki av tilvild at búskaparráðið brúkar skeiv tøl tí vit hava sæð hvussu politiskt búskaparfrøðingar arbeiða og seinastu tíðina hava vit fleiri dømi har man við vilja skeiklar tøl og beinleiðis setur skeiv roknistykki upp.

Sannleikin er at ein sjómaður sum ferð við uppsjóvarskipunum rindar frá degi eitt 55% í skatti og tilfeingisgjaldi av síni løn til tað almenna.

Her skulu vit hava í huga at sjómaðurin arbeiðir í minsta lagið 12 tímar og tað er púra vanligt at arbeitt verður upp til 20 tímar um samdøgri. Teir eru burtur frá familju og vinum í 2-3 mánaðar í senn og hetta er ein stress faktor sum ávirkar familjulívið.

Tímalønin hjá einum sjómanni er rættiliga nógv minni enn hjá t.d. lærarum, búskaparfrøðingum og løgfrøðingum.

Við at skapa øsing er úrslitið at tað ikki longur er spennandi at gera ein rok túr ella. Men halda sær frá at tosað millum fólk tá tað gongur væl og hetta sigur ikki so lítið um hvussu støðan er.

Tað sum eg ikki skilji við øllum hesum er at eingin tosar um tann partin av flotanum har tímalønin er undir alt lágmark – eingin hevur eitt boð ella hevur hug til at viðgera hesi vandamálini.

Í 2014 eru 850 sjómenn skrásettur í skipanini hjá okkum og eg kann bara enn einaferð vátta at tølini sum búskaparráðið upplýsir eru blóðskeiv.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur at orðaskiftið um nýggja Fiskivinnupolitikkin er farið av sporinum tí tað er alt ov stórt fokus uppá at ávísir partar av vinnuni hava eina góða fortjenastu. Búskaparfrøðingar skilja ikki hvat býr aftanfyri tølini og tí síggja vit í heilum skeivar útsagnir sum grugga og øsa.

Búskaparráðið mælir til hægri tilfeingisgjald á lønir hjá sjómonnum