Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Joensen hevur ikki tikið avgerð

John William Joensen

Tað hava gingið søgur um at fyrrverandi leikandi venjarin hjá KÍ, Jan Joensen, er á veg til annað felag, men hetta vísur Jan aftur

–  Eg havi als ikki hugsað um komandi kappingarár, men um eg takið gaggurnar fram aftur, so verið eg ikki í nakrari aðrari blusu enn tí blá – hvítu.
– Tað at verða leikandi venjari, hevur kravt ótrúliga nógva orku, og tí havi eg als onga støðu tikið til fótbóltin komandi ár.

KÍ tørvar leikarar
Fyrrverandi KÍ venjarin sigur tó at tað hevur stóran týdingin fyri felagið at fáa leikarar sum Jákup Mikkelsen til felagið, og at hetta eisini fer at gera tað meiri spennandi at koma til venjing.
– Tað sigur seg sjálvt at tað er altíð spennandi at venja í einum truppi sum hevur landsliðsleikarar, og sjálvur meti eg eisini at KÍ tørvar einar tveir leikarar afturat hópinum, um ætlanin er at náa fremstu rók.

100 ára tosið
Annars skilur Jan ikki rættuliga tosið um at nú skal alt satsast ti at felagið fyllur 100 ár.
– Tað eigur at gera tað sama hvussu nógv ár felagið er. – Málið eigur altíð at verða høgt sett, og skilji eg ikki at man tosar um at gera nakað serligt burtur úr ítróttarligu úrslitunum bara tí felagið fyllur 100 ár.
– Vit eiga altíð at liggja á fremstu rók um felagið so er 99 ár, 100 ella 101 ár.