TB viðhaldsmaðurin Jan Smedemark væntar, at KÍ og TB koma at vera kappingarneytar á stigatalvuni. Niðanfyri svarar hann uppá nakrar spurningar um Effodeildina 2016.
Set stigatalvuna soleiðis sum tú væntar, at hon verður í Effodeildini 2016
1. Víkingur
2. B36
3. HB
4. NSÍ
5. KÍ
6. TB
7. ÍF
8. AB
9. B68
10. Skála
Hví væntar tú, at júst Víkingur vinnur FM ?
Teir í Víkingi mugu eftirhondini taka seg saman og fáa hatta FM heim í hús. Tað kann ikki blíva við at ganga uttan eitt føroyameistarasteyp í Gøtu/Leirvík. B36 hevur vunnið tvey ár á rað, meðan HB í løtuni tykist at vera í einari transitiónsperiodu, har hópurin er ungur. Ein kann aldrin vita seg tryggan við NSÍ. Klæmint fer uttan iva aftur at bomba málini inn, so er spurningurin hvussu langt tað røkkur í ár.
Hvør verður ársins leikari í Effodeildini í ár ?
Lukasz Cieslewicz verður ringur at sleppa uttan um, men um vit í TB megna at togað okkum upp á stigatalvuni (felagið hevur sum mál at koma í topp 4), so verður tað av sonnum takka verið einum ótrúliga vælleikandi Teitur Olsen.
Hvør leikari fær sítt gjøgnumbrot hjá TB í ár ?
Eri sera spentur uppá nýggja leikaran, Absalon Eliasen, sum hevur verið partur av ungdómslandsliðum.
Hvat er lykilin til eitt gott úrslit hjá TB ?
Samanhald fyrst og fremst. Har eftir ein trúgv uppá egin evni og ikki minst venjaran. Hendan trúgvin tóktist ikki vera eksisterandi í fjør, serliga í aðru hálvu.
Les eisini aðrar metingar:




