Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Janus á Húsagarði í Galerie Focus

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 15. august kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Janus á Húsagarði upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Fríggjadagin 15. august kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Janus á Húsagarði upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Janus á Húsagarði hevur teknað síðan hann var smádrongur. Sum ungur fjakkaði Janus í nøkur ár, og hevur hann teknað alla staðni, hann kom fram, og fekk nógvan íblástur, haðani hann ferðaist.

Síðani hevur Janus lært til snikkara og hevur búð úti á bygd í Føroyum í nøkur ár, men er nú fluttur og teknar burturav í Tórshavn.

Janus hevur havt hópin av listaframsýningum runt í Føroyum, Íslandi og Danmark. Hann hevur teknað fleiri bøkur, plakatir, lýsingar, fløguhúsar, hevur teknað í barnasjónvarpi og undirvíst í tekning í “Ung í Føroyum” ì Norðurlandahúsinum 2010 og í skúlum runt umkring í Føroyum. Í 2012 gekk Janus 4 mánaðar í listaháskúlanum í Holbæk í Danmark

Janus fekk Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs í 2010 og Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum í 2013.

Farast kann inn á heimasíðuna www.galeriefocus.com, og síggja myndirnar sum eru á framsýningini.

Framsýningin er opin til 28. august, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

Harleyfacadeacryl