Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Janus Jacobsen áhugaverdar søgur av “Bedingini”

Oliver Joensen

Av “Bedingini”, ja, byrjaði Janus vit búðu nakrir dreingir á einum økið, sum kallaðist “á Bedingini”. Vit vóru bert nakrir fáir, tí spældu vit saman við dreingjum norðanfyri við hvørt, tá vóru vit Kósadreingir og aðrar løtur spældu vit við teir heimanfyri, og tá vóru vit Stengadreingir.

Hugnaløtan í Smæruni var sera hugnalig, við Janus Jacobsen í rætta essinum, har hann bæði segði frá søgum um onnur har á leiðini og ikki minst um seg sjálvan.

Kvøldið var skipað sum eitt sangkvøld eisini, og til tað hevði Janus afturat sær Steinbjørn Jacobsen á harmoniku, Henny Gerðalíð og Eyðun Jacobsen á gittara. Sum vera man, vóru tað søgur mest frá barna og ungdómstíðunum. Stúgvandi fult av fólki vóru møtt til tiltakið.