Annika Olsen, borgarstjóri er farin í farloyvi frá Løgtinginum, og í hennara stað tók Janus Rein sæti á Løgtingi í morgun.
Fyrsti varamaður hjá Fólkaflokkinum er Joen Magnus Rasmussen við 278 atkvøðum og næsti varamaður er Janus Rein við 273 atkvøðum.
Joen Magnus er fyri tíðina burturstaddur í privatum ørindum, og tí tók Janus Rein sæti á Løgtingi.
Av tí at Annika Olsen er í farloyvi frá Løgtinginum, meðan hon situr sum borgarstjóri, verður Joen Magnus Rasmussen framyvir fastur løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og Janus Rein verður fyrsti varamaður.