Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Janus Skaale – úrslit av dygga ungdómsarbeiði Kl. Talvfelags

Nordlysid

Nýkosni unglinga-føroyameistarin, Janus Skaale, er tann 11. í røðini av telvarum frá Klaksvíkar Talvfelag, sum vinnur henda fræga heiður.

Nýkosni unglinga-føroyameistarin, Janus Skaale, er tann 11. í røðini av telvarum frá Klaksvíkar Talvfelag, sum vinnur henda fræga heiður.

 

Fyrstu ferð skipað varð fyri føroyameistarakappingini fyri unglingar var í 1973, og gjørdist Símun Absalonsen frá Klaksvíkar Talvfelag hetta árið fyrsti unglinga-føroyameistari her á landi.

Sostatt varð tað í ár 41. ferðin, at unglinga-føroyameistarin varð funnin, og siga hagtølini, at 11 av hesum íalt 41 FM-heitunum – svarandi til umleið fjórða hvørt føroyameistaraheiti – eru vunnin av telvarum frá Klaksvíkar Talvfelag.

Her er eisini vert at nevna, at Herborg Hansen í 2008 gjørdist fyrsti føroyski kvinnuligi føroyameistari fyri unglingar.

Teir, sum eiga størsta heiðurin fyri, at Janus er komin so langt, eru teir, sum hava undirvíst børnum í talvi niðri í “Skákinum”, felagshúsinum hjá Klaksvíkar Talvfelag. Hesir venjarar eru: Tummas Martin Sólsker, Rani Baldurson og serliga Petur Hans Poulsen, sum hevur verið venjari hjá Klaksvíkar Talvfelag í mong, mong ár.

Sostatt kunnu vit staðfesta, at Klaksvíkar Talvfelag hevur stoltar traditiónir, og er Janus seinasta navnið á einari sera flottari røð av telvarum, sum hava vunnið henda heiður fyri felagið og seg sjálvan:

Niðanfyri er yvirlit yvir telvararnar frá Klaksvíkar Talvfelag, sum hava vunnið føroyameistaraheitið í unglingum:

 

(01) 1973 Símun Absalonsen

(02) 1977 Steintór Rasmussen

(03) 1982 Haldur Suni Johansen

(04) 1985 Heini Olsen

(05) 1993 Tummas Martin Sólsker

(06) 1994 Finnbjørn Vang

(07) 2002 Rúni Dragaberg

(08) 2003 Rani Baldursson

(09) 2005 Rógvi Dragaberg

(10) 2008 Herborg Hansen

(11) 2013 Janus Skaale

 

Hjartaliga tillukku, Klaksvíkar Talvfelag !!