Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Janus Wiberg ger sjónbandalag í Klaksvík

Jóhann Lützen

Fyrst í august verður Klaksvík karmur um sjónbandalagsupptøkur til nýggja sangin hjá Janus Wiberg

Vit kenna øll Janus Wiberg Mortensen og hansara landaplágu Mítt vakra Føroya land. Nú roynir hann seg á donskum við lagnum Når lyset rammer dig undir kunstnaranavninum Janus Wiberg.

Janus er komin í gott selskap – Hans Marius Ziska hevur skrivað sangin meðan Søren Balsner frá Carpark North hevur framleitt tónleikin, umframt at hann spælir við sjálvur.

Harumframt er eitt toymi á eini 20 fólk, ið øll arbeiða við at fáa lagið so væl fram á sosialu miðlunum, í sjónvarpi og útvarpi, og á talgildum pallum í Danmark, upplýsir Janus.

Vit koma til Klaksvíkar at taka upp sjónbandið til lagið fyrst í august. Tað eru so nógv vøkur støð í Klaksvík. Vit fara at taka upp í smáttuni hjá Archibald Black og eisini í Nólsoyar Páls garði, greiðir Janus frá. 

Eftir ætlan kemur lagið á marknaðin um miðjan september, sum altso hevur Klaksvík sum pallmynd, sigur Janus við Norðlýsið at enda.