Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Japanarar fiska tunfisk nær við føroyskt øki

Jóhann Lützen

Japansk skip eru byrjað at fiska tunfisk í altjóða sjógvi, nær við bretskan, føroyskan og íslendskan sjógv. Hetta fer fram sunnan fyri Ísland, í ein útsynning úr Føroyum, vestanfyri Hebridurnar og norðanfyri Hatton Bank og Rockall.

 

Hesi skipini hava sostatt siglt tvørtur um klótuna til altjóða sjóøkið 57-60N og 15-25V. Eitt av skipunum er Ryoan Maru, ið hevur siglt úr Angola fyri at fiska tunfisk í Norðuratlantshavi. Onnur skip eru komin beinleiðis úr Japan, Stillahavinum, afrikonsku strandarlondunum og úr Suðuratlantshavi. Onnur skip umframt hesi japansku royna eisini á somu leiðum.

Væntað verður, at fiskiskapurin eftir tunfiski heldur fram í ein til 2 mánaðir, og kann roknast við at halda uppat einaferð í november.

Til ber at fylgja við tunfiskiskapinum umvegis satellit/AIS her:

Fiskiskapur umvegis satellitt

Kelda: FishFacts.