Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Japanska  listakvinnan Yoko Matsumota  á Húsarhaldsskúlanum.

Oliver Joensen

Skeiðsluttakarar á skeiðnum Kreativa Vikan, fingu eina heldur  øðrvísi og forvitnisliga  undirvísing  frá Japansku listakvinnuni Yoko Matsumoto.

Yoko arbeiðir mest við at litað, veva og falda.   Á skeiðnum greiddi Yoko frá hvussu hon arbeiðir  við ymiskum tilfari, litum, mynstrum, strukturum, konstruktiónum, ljóð og ikki minst angan av tilfarinum, sum fær alt at ganga upp í eina hægri eind. Tað er serliga plantulitingin, sum gongur aftur í hennara  listarverkum.  Hon nýtir villan vøkstur úr náttúruni til liting. Yoko  vísti skeiðsluttakarunum millum annað ymiskt spennandi silkigarn, sum var litað við ymiskum urtum og turkaðum píli úr Kunoy.  Yoko greiddi frá, at tað fyri hana var sera umráðandi at arbeiða við náttúruni. Vit hava tørv á náttúruni og náttúran hevur tørv á okkum. Umráðandi er at finna eina javnvág.

Umframt plantulitað føroyskt tógv og grovt silkigarn, vísti hon okkum eisini tógv úr pappíri, sum hon brúkar saman við øðrum tógvi.

Yoko var sera hugtikin av tí fjølbroytta handarbeiðinum, sum verður undirvíst í á Húsarhaldsskúlanum og  helt tað vera heilt fantastiskt  hvussu væl vit hava megna at varveita okkara siðaarv.

Japansk handverk

Yoko hevði eina sera áhugaverda framløgu um Kimono, sum er tjóðarbúnin í Japan. Dagurin endaði við einari Origami verktstovu har øll fingu høvi at læra  Japanska faldu teknikkin.

Várskeiðini hava verið sera væl vitjað og umleið 350 fólk hava verið á skeið á Húsarhaldsskúlanum. Hettar er síðsta skeiðið fyri skúlaárið 21/22.