Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jaspur Petersen aftur til Klaksvíkar

John William Joensen

Nú sær út til at komunulæknaviðurskiftini í Norðoyggum eru í einari jaligari tilgongd og nú flytur ein av allar bestu føroysku Kommunulæknunum aftur til Klaksvíkar

Hanus á Lógv, kom aftur í summar og m.a. dóttur Jaspur Petersen, Ásá J. Petersen, hevur virkað sum kommunulækni í Klaksvík í eina tíð.

Magnus Magnusen, sum ávís tíðarskeið hevur verið einsamallur lækni saman við skiftandi avloysarum, verður nú partur av einum toymi við í hvussu so er trimum føstum læknum – har allir hava tilknýti til norðoyggjar.

Góðar arbeiðsumstøður í Klaksvík
Jaspur Petersen, sigur at arbeiðsumstøðurnar í Klaksvík eru sera góðar og at hetta hevur m.a. gjørt at hann hevur hug at leita aftur á gamlar gøtur.

– Tað hevur ligið í kortunum at eg fór at royna okkurt nýtt og nú hølisviðurskiftini eru fram úr góð í Klaksvík og arbeiðsumstøðurnar annars í samband við vaktir eru broyttar til tað betra – virkaði tað lokkandi at fara aftur til Klaksvíkar.

– Eg hevði eina sera góða tíð sum kommunulækni í Klaksvík og treivst sera væl, og tað er klárt at tað hevur eisini ávirkað.

Jaspur Petersen sigur at hann eisini hevur trivist væl sum lækni í Tórshavn, men tað var freistandi at leita aftur á gomlu gøturnar, og tí valdi hann at søkja myndugleikarnar um loyvi at flyta norður. Sum skilst er møguleiki fyri at Jaspur Petersen verður aftur í Klaksvík longu frá 1. desember.