BIRGIR KRUSE bloggar: Í gjár visti Norðlýsið, sum einasti miðil í heiminum, at stjórnarberandi føroyskir sosialdemokratar av fólkavalda røðarapallinum eru farnir at kunngera, at teir brenna bøkur. Tað hoyrdist í orðaskifti á Føroya Løgtingi á miðjum mikudegi á Vaglinum í Havn tann 20. november í 2013. Sosialdemokratiska bókabrennan varð framførd á tingsins røðarapalli av Hendrik Old, sum svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-12/2013 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðslagnum hjá Málráðnum og starvsnevnd ráðsins.
Í gjár visti Norðlýsið, sum einasti miðil í heiminum, at stjórnarberandi føroyskir sosialdemokratar av fólkavalda røðarapallinum eru farnir at kunngera, at teir brenna bøkur. Tað hoyrdist í orðaskifti á Føroya Løgtingi á miðjum mikudegi á Vaglinum í Havn tann 20. november í 2013. Sosialdemokratiska bókabrennan varð framførd á tingsins røðarapalli av Hendrik Old, sum svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-12/2013 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðslagnum hjá Málráðnum og starvsnevnd ráðsins. – Koyr í brenniovnin í Leirvík og onga aðrastaðni, sigur sozialdemokraturin um alment fíggjaða og lógliga bókagerð, skrivar Birgir Kruse á blogginum.




