Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnaðarflokkurin minnist Tórálv við virðing

John William Joensen

Leygarmorgunin frættust boðini um, at Tórálvur Mohr Olsen brádliga var deyður áttati ára gamal.

Tórálvur umboðaði Javnaðarflokkin á løgtingi í samfull 16 ár.
Fyrst í tíðarskeiðnum 1970 til 1978 og síðani frá 1980 til 1988. Øll árini var hann valdur í Sandoyar valdømi.

Tað var púra náttúrligt, at Tórálvur gjørdist tingmaður. Tí hann var virkin hugsjónarmaður burturav. Tað var hann eisini heilt til hann nú í nátt andaðist eftir bráðkomna sjúku í gjár. Tórálvur hevði røtur úr verkamannaheimi og kendi sjálvur nógv til verkamannalívið, millum annað frá sínum egnu upplivingum, tá hann róði út úr Føroyingahavnini í Grønlandi. Tingmenn úr Javnaðarflokkinum minnast hansara stóra áhuga fyri viðurskiftunum hjá útróðrarmonnum og fiskimonnum annars, sum hann væl og virðiliga umboðaði við sínum stavi í fiskivinnunevnd løgtingsins øll árini, ið hann var tingmaður.

Vit yngru í Javnaðarflokkinum minnast best Tórálv fyri hansara fangandi og hugsjónarfyltu frásagnir, tá hann soleiðis av og á plagar at støkka inn á gólvið á Gamla Apoteki at kjakast við okkum um dagsins samfelagsviðurskifti. Serliga fangandi var tað at leggja til merkis, hvussu væl Tórálvur mintist niður í minstu smálutir, nær, hvussu og hví tær einstaku politisku avgerðirnar vóru tiknar langt aftur í tíðina.

Tórálvur Mohr Olsen var úr Trongisvági. Hann var føddur á Tvøroyri 2. juni 1927, men giftist seinni í Sandoynna við Svavu, sum var dóttir navnframa sandoyartingmannin, Jóan Petur Davidsen. Svava og Tórálvur fingu saman tríggjar synir.

Umframt at vera tingmaður, var Tórálvur bygdaráðslimur á Sandi frá 1970 til 1980. Hann var í umboðsráðnum hjá SEV frá 1970 til 1974. Í stýrinum fyri SEV frá 1974 til 1982. Í nevndini fyri Skipafelagið frá 1980 til 1998. Í nevndini fyri Tryggingarsambandið frá 1980 til 1998 og í umboðsráðnum fyri Tryggingina frá 1998 til 2002. Tórálvur var annars útbúgvin skipari.

Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur og minnast Tórálv Mohr Olsen við størstu virðing og hava djúpa samkenslu við teimum, ið eftir sita.

John Johannessen,
Form. Javnaðarfl. á tingi.