Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gera mun á borgarstjórum

Norðlýsið

Tað helt Jørgen Niclasen í løgtinginum í dag.

Tað helt Jørgen Niclasen í løgtinginum í dag.

Í løgtinginum seinnapartin var kjak um m.a. borgarstjórar á tingi. Har tók formaðurin í Fólkaflokkinum orðið og hann segði, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gera mun á borgarstjórum.

– Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi á løgtingi halda, at tað er í fínasta ordan at borgarstjórar sita á løgtingi. Men í Klaksvík forða somu flokkar borgarstjóranum har at sita á løgtingi. Er tað rætt, at somu flokkar handla so ymiskt alt eftir, hvønn lit borgarstjórin hevur?, spurdi Jørgen Niclasen.