Oddagreinin og forsíðan á Sosialinum í morgun er eirindaleys við Sonju Jógvansdóttir. Jóannes Eidesgaard er vónsvikin og heldur at Sonja hevur eitt forklaringsproblem og blaðstjórin staðfestur í oddagrein at nú hevur Sonja ALS ongan týdning. Jú – tað kostar at tala at leiðsluni í Javnaðarflokkinum.

Eirikur Lindenskov skrivar m.a. um avgerðina hjá Sonju at ….. tá alt kemur til alt man hetta vera tað býttasta og mest óumhugsaða politiska stigið, sum nakar politikari hevur tikið…..
… Sonja Jógvansdóttir hevur eftir at hava sitið ein tíma í løgtinginum prógvað at hon ikki er før fyri at røkja ein landsstýrissess….
…. ein persónur kann ikki bara taka sær vald…
…. hon lívgar fordómar móti teim samkyndu og LGBt….
… vit hava ongantíð sæð eina so tolluta politiska handling…
Jú, blaðstjórin brúkar í oddagreinini tað heilt stóru kanónina at skjóta spurvin sum ikki vil flúgva sama veg sum hini í bringureyða flokkinum.