Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnari kynsbýti hevði tænt Umboðsráðnum

Tóra Við Keldu

Umboðsráðsvalið er útskrivað, og nú hava allir tryggingartakarar við atkvøðurætti fingið atkvøðuseðil við postinum.

Umboðsráðsvalið er útskrivað, og nú hava allir tryggingartakarar við atkvøðurætti fingið atkvøðuseðil við postinum.

Nýt tín rætt at velja eitt umboð at taka avgerð tína vegna m.a. á aðalfundi.

Formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum í Ognarfelag Tryggingartakaranna er t.d. at velja nevnd, gera møguligar broytingar í viðtøkunum, at góðkenna ársroknskapin og at gera av, um vinningsbýti verður útgoldið limunum.

Eftir 6 ár sum limur í umboðsráðnum vil eg halda fram við tí, sum Umboðsráðið seinastu tíðina hevur arbeitt fyri t.d. at tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum fáa vinningsbýti í mun til, hvussu stórt møguligt avlop samtakið hevur.

Sjálvsagt skal tryggingartakarin hava lut í vinninginum.

Í Umboðsráðnum verða í alt vald 35 umboð. Í dag eru 5 kvinnur og 30 menn. Á vallistanum til hetta valið, har 18 verða vald, eru 26 valevni – 2 kvinnur og 24 menn.

Eitt javnari kynsbýti hevði tænt Umboðsráðnum, og hesum eiga vit saman at arbeiða fyri bæði nú og til komandi umboðsráðsval.

Avgerðin er tín! Minst til – og gloym ikki – at atkvøða. Set krossin og legg atkvøðuseðilin í viðlagda brævbjálva. Send hann síðani ókeypis inn aftur í seinasta lagi mánadagin 29. februar 2016 kl. 17.00.

Við vón um tína atkvøðu.
Tóra við Keldu, limur í umboðsráðnum