Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnleikur í spennandi dysti

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) B36 javnaði ikkifyrr enn móti endanum, men útfrá spæli og møguleikum var taðuppiborið, at B36 fekk stig.

KÍ byrjaði dystin í einari 4-4-2uppstilling, har Niels Pauli Danielsen spældi frá byrjan. Hinveginbyrjaði B36 heldur óvæntað í einari 4-4-2 líknandi leikskipan,har Lukasz Cieslewicz, Sebastian Pingel og Róaldur Jakobsen skiftustum at røkja plássið úti í vinstru síðu. Tó lá Lukasz fyritað mesta har úti.

Dómaralinjan ávirkaði KÍ

Dómarin í dagsins dysti var Ransin N.Djurhuus, sum í ár er byrjaður aftur at døma í bestu deildini,men sum nærum bara hevur dømt liðini í niðaru hálvu ástigatalvuni. Í dag fekk hann so fyri fyrstu ferð ein dyst millumtvey av toppliðunum. Hann legði eina sera harða linju, sum ikki ersædd í Klaksvík í ár. Heilt óvanliga nógv fríspørk blivudømd og fleiri av teimum vóru av tí slagnum, sum ein dómari áeinum øðrum degi ikki floytar fyri, tí talan var meira um vanligakropskontakt enn nakað fríspark. Hetta tóktist at ávirka KÍliðið, sum ongantíð kom í nakra rytmu, tí tað allatíðinavóru dømd fríspørk, har tey flestu komu til B36.

Javnur fyrri hálvleikur

Fyrri hálvleikur var sum heild javnur.KÍ kom á odda í 14. minutti við einum góðum máli. Páll A.Klettskarð og Hjalgrím Elttør áttu uppspælið og uppá innleggiðskoraði Jóannes Bjartalíð. B36 javnaði uppá eitt avfríspørkunum, sum tey allarflestu við Djúpumýru settuspurnartekin við. Róaldur Jakobsen, sum spældi ein góðan dystvið serliga sínum neyvu deyðbóltum, skeyt á yvirleggjaran oguppá leysa bóltin skoraði Sebastian Pingel. Men KÍ kom skjóttfyri seg og Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda 2-1 við máli,sum B36 málverjin Tórður Thomsen má taka á sínar herðar. 2-1var hálvleiksstøðan, men møguleikar vóru til fleiri mál.

B36 stýrdi seinna hálvleiki

B36 setti seg á seinna hálvleik oghevði bóltin meira. KÍ helt teimum tó í tí stóra frá teimumflestu mál møguleikunum og onkuntíð var KÍ eisini nær við atskora. Men B36 trýstið bleiv við og KÍ fekk ikki spælt seg framá vøllin til tíðir. Seinna partin av seinna hálvleiki skifti KÍtil 3-4-3 leikskipan, sum tó oftani líktist meir 3-6-1, tí B36trýsti KÍ so langt aftur. Tá sá leingi út til at KÍ fór atklára at halda leiðsluna heim, men so var ikki. Tá nakrir fáirminuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði B36, tá gottinnlegg kom innfyri til Odmar Færø, og so var 2-2.

Rættvíst úrslit

B36 var undan dystinum mett sum eittlið, sum kundi fara at geva KÍ stórar trupulleikar, um KÍ ikkirakti ein av sínum góðu døgum. B36 vísti eisini sínar dygdir,tá tá B36 rakar ein góðan dag við nærum øllum sínum leikarumtøkum, so er tað eitt av bestu liðunum í deildini. B36 hevði eingóðan dag, men KÍ helt teimum fyri tað mesta frá møguleikum. AtB36 stýrdi spælinum so nógv í seinna hálvleiki komst helst av,at KÍ var frammanfyri og tað tí var B36, sum skuldi elta eitt mál.Ein onnur orsøk til B36 trýstið var kanska eisini, at so óvanliganógv fríspørk blivu dømd í dystinum, hóast tað sjáldan vartalan um serliga stór fríspørk. Burtursæð frá óvanligudómaralinjuni, so hevði B36 uppiborið sítt útjavnandi mál mótiendanum av dystinum útfrá dystargongdini.  

Harleywoodpaint