Tað kann tykjast provokerandi, áleypandi ella óhóskandi, men eg eri bangin fyri, at hetta fer at hava lítið uppá seg, í mun til tað, ið fer at koma. Tá ið vit eru eitt sindur longri frammi í tíðini, fara vit at síggja avleiðingarnar av sonevndu “politiskt korrektu” handfaringini.

Javnstøða fer at hvørva; einasti spurningurin, ið enn er ósvaraður er: “Er tað longu ov seint at bjarga framtíðini hjá okkara børnum, ommu- og abbabørnum?”
Hetta gekk upp fyri mær, tá eg kom fram á eina grein á netinum, ið varð skrivað fyri meira enn fjúrtan árum síðani í The New Criterion, Vol. 19, No. 8, í Apríl 2001. Rithøvundurin nevnist Kenneth Minogue, og greinin ber yvirskriftina “How civilizations fall.” Undirheitið var “Leikluturin hjá radikalu feminismuni í fallinum hjá sivilisatiónini.”
Sum eglas, gekk tað upp fyri mær, at samansetta myndin, ið er íkomin av radikalu feminismuni, hevur gjørt enda á mest framkomnu sivilisatiónini nakrantíð. Støðan í dag er at líkna við eitt skip, har mennirnir í roynd og veru eru farnir av skipsbrúnni, og kvinnurnar standa einsamallar eftir uppi á brúnni. Og tað ber einfalt ikki til.
Okkara sivilisatión í vesturheimurin, tann mest framkomna, er komið tilevstamarkið av sínum tíðarskeiði og vil innanfyri avmarkaða tíð missa sína støðu, sítt frælsi, sína framtíð, og við hesum hvørvur øll uppfatan av javnstøðu.Sivilisatióninhevur einfalt beint fyri sær sjálvum og framtíðini hjá øllumíbúgvum í vesturheiminum.
Les meira á http://lesarin.fo/javnstoda+fer+at+hvorva+hellipmen+er+tad+longu+ov+seint.html
Jaspur Johannesen