“Man hevur ikki byggigølur í Klaksvík”, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, seg hava hoyrt frá klaksvíkingum. Hetta segði hann við Norðlýsið í sambandi við, at hann vitjaði gamla Húsarhaldsskúlan úti í Klaksvík, og endamálið við teirri vitjanini var at seta undirskriftina á bygging av tí nýggja húsarhaldsskúlanum.
Eftir at landsstýrismaðurin hevði skrivað undir, varð hann spurdur um hansara hugsanir um nýggja skúlan. Jenis av Rana hevur eina øgiliga góða kenslu, nú arbeiðið fer í gongd. Húsarhaldskúlin hevur týdning fyri allan ungdóm, langt frá bert tann lokala, legði landsstýrismaðurin dent á:
– “Húsarhaldsskúlin er ein fólksligur skúli, ið betýðir nakað fyri allar Føroyar. Skúlin leggur grundarlagið undir sjálvastu familjuna, ber til at siga. Ung fólk koma her og læra matgerð á ein heilt annan máta enn tey eru von við, og tað er nakað gott. Tey fáa nakað grundleggjandi burturúr”, sigur landsstýrismaðurin eisini.
Jenis av Rana treiv aftur í orðini hjá einum undanfarnum røðara, ið hevði sagt Klaksvíkar Kommunu hava verið ein góðan viðspælara hjá Húsarhaldsskúlanum, og væntaði, at hansara egna aðalráð allarhelst mundi verða roknað sum ein strævin viðspælari, uttan at hetta varð nevnt við orðum. Men altso ikki nakar mótspælari.
– “Vit hava verið ein strævin viðspælari, men tað er ikki av ringum vilja. Vit hava alla tíðina arbeitt fram ímóti, at tað skuldi fara í gongd, og tað gleðast vit um í dag, men vit vildu gera grundstøðið so trygt sum gjørligt”. Uttan at landsstýrismaðurin segði tað beinleiðis, so lá í luftini, at Uttanríkis og Mentamálaráðið heldur vil gera ov nógv enn ov lítið fyri at fyribyrgja byggigølum, uttan iva merkt av ringum royndum frá øðrum byggjaríum.
Landsstýrismaðurin hevði í tí sambandinum eisini føgur orð at bera klaksvíkingum. Hann hevði prátað við góðar klaksvíkingar og sagt varð, at “Vit hava ikki byggigølur í Klaksvík. Her passar tað upp á oyrað, og man kann enntá uppliva at ov nógv játtaðir pengar verða bornir aftur. Tað er ikki sum onkra aðrastaðni”, segði landsstýrismaðurin uttan at nevna nakra ávísa staðseting í landinum, har tað gongur truplari við halda seg til játtanina.
Men landsstýrismaðurin vildi tryggja sær, at verkætlanin fór at hanga saman eisini fíggjarliga, og Jenis av Rana endaði við at siga, at tað væntaði hann eisini, at hon fór at gera.



