Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jenis metir seg verða skeivt tulkaðan

John William Joensen

Danska blaðið Information siterar formannin í Miðflokkinum fyri at siga…… Men ístaðin draga tey samkyndu eitt oyðileggjandi spor av mótloysi, drykkjuskapi, misbrúki, isolatión, eyðmýking og sjálvmorði eftir seg…. men hetta er ikki heilt í tráð við samskiftið millum donsku blaðkvinnuna og Jenis, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í. Jenis sigur at hann vísir bara til almenn hagtøl

– Meining Guds er, at vit, sum einstaklingar, skulu liva eitt trygt og friðarligt lív. Men ístaðin draga tey samkyndu eitt oyðileggjandi spor av mótloysi, drykkjuskapi, misbrúki, isolatión, eyðmýking og sjálvmorði eftir seg, er tað sum Informatión endurgevur hann fyri at siga.

Norðlýsið bað Jenis av Rana um eina viðmerking men hann helt tað var betur at fólk sjálvi sloppu at lesa tað sum hann hevði svara í brævið til donsku blaðkvinnuna.

Samskifti er viðheft og í triðja brotið er tað sum øsingin nú er um:

…..Hagtøl, ið siga frá lívsdygd teirra, ið liva sum homosexuell, eru bæði ræðandi og syrgilig. Lív teirra, ið av Skaparanum var ætlað trygt og friðfult saman við Honum, ber eftir sær eina slóð av vónloysi, uppgevan og misbrúki. Sammett við tey, ið liva lív sítt sambært náttúruni, er bæði misnýtslan av rúsdrekka, rúsandi evnum og sjálvmorðsroyndir í hesum bólki tvífaldað. Vónloysi sermerkir hesi tøl, og tað av góðum grundum, tað kann ikki vera ørðvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva

LES SAMSKIFTI (word)