Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jenis: Ongin semja í kvøld, men hon kemur

Jóhann Lützen

Beint eftir at Bárður á Steig Nielsen hevði boða frá at fólk nú fóru í koyggjurnar og samráðingarnar skuldu byrja aftur í morgin árini kl. 09.30, segði Jenis av Rana við miðlarnar at ósemja er framvegis, men at hann væntar at Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fara at finna semjuna.

Í morgin kl. 12 skal Bárður á Steig Nielsen á fund við Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann. Jenis av Rana upplýsti fyri miðlunum í kvøld at hann væntar at Bárður á Steig Nielsen fer at boða frá, at Miðflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava útlit at gera eina samgongu og tískil fáa nakrar dagar eyka at samráðast í. 

Formaðurin í Miðflokkinum væntar sostatt, at tað ganga nakrir dagar áðrenn endaliga samgonguskjalið verður undirskrivað. 

 

Harleyfacadeacryl