Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jens Marni á Vágsbø

Tíðindaskriv

Jens Marni hevur framførslu á Vágsbøi, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í august.

Jens Marni hevur framførslu á Vágsbøi, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í august.

Fyrr í hesum mánaðinum hitaði Jens Marni Hansen upp fyri amerikanska rockbólkin Bon Jovi í Parkini, og nú boðar Summar Festivalurin frá, at Jens Marni spælir við bólki á stóra palli á ársins festivali.

Jens Marni hevur fleiri ferðir áður spælt á Summar Festivalinum, og hann hevur eisini verið á stóra palli. Nú er tíðin komin til, at Jens Marni aftur vitja størsta tónleikapallin í landinum og fer at spæla ein rockkonsert, sum bert Jens Marni kann gera tað.
.
Jens Marni fer at spæla sangir av báðum hesum útgávum – og øðrum við – tá ið hann spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.