Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jens Marni bergtók á FríðuTónar (myndarøð)

Skrivað: Jóhann Lützen & Myndir: Dávur Winther

FríðuTónar er skotið í gongd á Torradøgunum, og tað varð gjørt við manér, tá ið Jens Marni Hansen bergtók áhoyrarnar við síni eyðkendu rødd, guitarspæli og løgum.

Eftir ein langan vetur við ófýsiligum veðri – sum eisini gjørdi seg galdandi í kvøld – var tað hugnaligt og fjálgt at traðka inn í Café Fríðu, ið varð gjørd um til tónleikaframførslu.

Stemningurin varð settur við hugnaligari ljósseting, tónleiki og onkrum at leska sær við, júst sum ein var komin úr kuldanum og regninum, sum leikaði í uttanfyri.

Á pall skuldi Jens Marni Hansen, ið hevur framúr góðar gávur at gera tónleik og ikki minst at framføra. Eftir at stjórin á Fríðu, Mimmy Vágsheyg, hevði bjóðað vælkomi og greitt eitt sindur frá nýggju tónleikarøðini, ið tey kalla FríðuTónar, gav hon mikrofonina yvir til Jens Marna.

Frá fyrsta “brígsli” fangaði Kollfirðingurin í Havn áskoðarafjøldina, sum týðiliga hungraði eftir løtum sum hesum. Korona var næstan ikki tikið upp á tungu, tí nú skuldi løtan njótast.

Og kendu løgini, sum hann sjálvur hevur gjørt – ella sum hann hevur tillagað – bergtók áhoyrarnar og komu eftir einari perlurekkju. 

Eftir umleið ein hálvan tíma, fekk sangarin eina pausu, og fólk høvdu møguleika at tosa saman, áðrenn Jens Marni aftur tók pallin.

Og hevði man av einari ella aðrari orsøk ikki fingið alt tað, sum ein ynskti sær í fyrru løtuni, so fekk man tað fleirfalt í seinnu løtuni. Áhoyrarnir sungu við, klappaðu og vildu ikki hava tónleikarin at steðga.

Eitt sera hugnaligt kvøld, ið gav øllum eina framúr tónleikauppliving.

Leygardagin 5. mars kl. 21.00 er tað Høgni Lisberg, ið trínur á pallin á FríðuTónar.