Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jenus: – Summi dáma tað slett ikki

Jóhann Lützen

Soleiðis sigur formaðurin í Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, tá hann verður spurdur um tíðindini at Sonja Jógvansdóttir er á veg í tingbólkin hjá Tjóðveldi

Tíðindini um at Sonja Jógvansdóttir er á veg i Tjóðveldi vísa seg at elva til órógv ymsa staðni í flokkinum. Torbjørn Jacobsen, ið er fyrrverandi næstformaðurin í flokkinum hevur í hvøssum vendingum spurt hvørja kós Tjóðveldi hevur í at skipa føroyska statin.

Norðlýsið hevur vent sær til formannin í Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag at hoyra hansara hugsan.

– Nevndin hevur ikki eina felags støðu til tað. Tað eru ymsar meiningar. Summi dáma tað slett ikki, sigur Jenus í Trøðini í stuttari viðmerking við Norðlýsið.