Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JESUS KEMUR AFTUR SKJÓTT! – í Berøa 22 – 24 januar

tidindaskriv

Ungdómurin í Berøa í Saltangará skipar fyri møtirøð í døgunum 22 – 24 januar (fríggjakvøld til sunnukvøld). Ikki færri enn 8 møtir verða hetta vikuskiftið í Berøa, sum verða ein blanding millum evangelisk møtir, uppbyggingarmøtir og ungdómsmøtir.

Ungdómurin skrivar soleiðis á síni facebooksíðu: Vit ynskja at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum, ungum sum eldri, og vit gleða okkum at síggja teg.”

Evni undir møtirøðini verður: JESUS KEMUR AFTUR SKJÓTT!

BERØA

Salurin Berøa, sum stendur í Saltangará, er gamla Ebenezer, sum stóð júst har, sum Ebenezer stendur í dag í Havnini. Gamla Ebenezer varð tikið niður í september mánaða í 1963, og flutt inn í Runavíkina. Alt tilfarið varð eyðmerkt, so salurin kundi reisast aftur í sama skapi. Í juli mánaða í fjørð vóru tað 50 ár liðin síðani gamla Ebenezer varð tikið í brúk inni í Saltangará, har tað framvegis stendur. Salurin hevur enn sama skapið, stødd og innrættning, sum tá hann stóð í Havnini.

Gamla Ebenezer varð reist í Havn í 1905. Í 1932 varð tað longt til tað stødd, sum tað hevur í dag. So statt vóru tað í fjørð 100 ár síðani salurin varð bygdur, og tí er Berøa elsti møtisalur í landinum í dag.