Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

JFK á North Atlantic Seafood Forum

Jóhann Lützen

Jógvan Hansen frá JFK umboðar í løtuni fyritøkuna á North Atlantic Seafood Forum í Bergen í Noregi, sum Frozen at Sea Fillet Association skipar fyri.

 

Fyrr í vikuni handaði Jógvan Hansen, sølustjóri á JFK eina virðisløn í London og í dag er hann í Noregi. 

Jógvan hevur havt eina framløgu um JFK – Tradition and Experience in creating Excellence. JFK hevur víst fram, at teir gagnnýta allan fiskin, hava lítið útlát, onki fer til spillis, minka um orkunýtsluna, hava oceanografiska gransking umborð, og ikki minst at nýggi Gadus hevur sauna, biograf, venjingarmiðstøð og ikki minst einakømur til manningina.