Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hevur í vikuni givið innflutnigsloyvi til Atlantic Navigator, fyrrverandi American Monarch, ístaðin fyri Næraberg
Hanus Hansen stjóri á JFK tról váttar fyri Norðlýsinum at teir hava fingið innflutningsloyvi til Atlantic Navigator sum kemur inn í staðin fyri Næraberg.
– Nú verður so arbeitt við at fáa fígging upp á pláss og um alt gongur væl vænta vit at trolarin verður klárur at seta inn ístaðin fyri Næraberg einaferð í heyst.
Í løtuni telur manningin við Næraberg 80, men tá Atlantic Navigator er munandi størri verðu vanta at manningartalið verður væl omanfyri 100.




