icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JFK-Open 2016

Tíðindaskriv

Byrjað verður kl. 09.00 leygarmorgunin 3. desember.

Nú um vikuskiftið verður størsta badmintonkappingin í Klaksvík nakrantíð. 219 badmintonspælarar frá 6 badmintonfeløgum í landinum luttaka – har í millum teir bestu í landinum. Klaksvíkar Badmintonfelag skipar saman við BSF fyri 3. Grand Prix-kappingini hendan veturin. Tað verða leiktir meira enn 350 dystir, har teir flestu verða leiktir leygardagin, tá børn og ung fara at kappast. Leygardagin verða báðar hallirnar brúktar. Í Klaksvík eru vit sera væl fyri, tí vit eru tey einastu í landinum, sum hava 10 banar á sama stað.

Byrjað verður kl. 09.00 leygarmorgunin, og tey fyrstu børnini møta kl. 08.30. Tað eru U11 D og U11 C, sum byrja kl. 09.00, og so koma hini út á dagin. Kappingin endar leygarkvøldið uml. kl. 20.00. Sunnudagin eru tað tey vaksnu, sum kappast. Tey byrja at spæla kl. 13:00 og eru deild upp í bólk A, B og C.

5 Grand Prix-kappingar eru í kappingarárinum, og eftir hesa kapping kunnu vit síggja, hvørjir spælarar fara at kappast um at gerast Grand Prix-vinnarar í hvørjum aldursbólki. Seinasta Grand Prix-kappingin í kappingarárinum verður á Kambsdali í februar komandi ár.

Omanfyri 60 spælarar úr KBF hava meldað til kappingina, og tað verður spennandi at síggja, hvussu fer at gangast hjá okkara leikarum um vikuskiftið.

Øll eru vælkomin í hallirnar at síggja badmintonleikarnar spæla. Tað kostar einki, og kaffi er eisini ókeypis.

Vit síggjast



Harleyfacadeacryl