Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JFK-Open – Størsta badmintonkapping í Føroyum nakrantíð

Ítróttur

Kappingin komandi vikuskifti er størsta badminton kapping í Føroyum nakrantíð. 201 badmintonspælarar frá 6 badmintonfeløgum í landinum luttaka og har ímillum teir bestu í landinum. Klaksvíkar Badmintonfelag saman við BSF skipar fyri 3. Prand Prix kapping handan veturin. Tað verða leiktir 350 dystir, har teir flestu verða leygardagin, har børn og ung fara at kappast. Leygardagin verða báðar hallirnar brúktar, og eru vit í Klaksvík væl fyri, sum tey einastu í landinum við 10 bánum á sama stað.

Byrja verður kl 09.00 leygardagin, og møta tey fyrstu børnini kl 08.30. Tað eru U11 D og U11 C sum byrja kl 09.00, so koma hini út á dagin, og endar kappingin leygarkvøldi uml kl 20.00.

Sunnudagin eru tað so tey vaksnu, sum koma at kappast. Tey byrja at spæla kl 13:00. Tey eru deild upp í A, B og C bólk. Í bólki A eru teir bestu leikarnir í landinum, har KBF eigur nummar eitt. Tað er tann bert 16 ára gamli Rani í Bø. Nummer 2 er eisini ein frá Klaksvíkar Badmintonfelag, tað er Rainer Latuperissa. So spennandi verður, hvussu verður sunnudagin, tá teir hava spælt.

Støðan er hendur undan Prand Prix 3 har JFK er stuðul, og tí eitur kappingin JFK-Open:

1. KBF Rani í Bø 70 stig

2. KBF Rainar Latuparisia 60 stig

3. HBF Magnus Gaard 50 stig

3. HBF Rógvi Poulsen 50 stig

Øll eru vælkomin í hallirnar at síggja badmintonleikarnar spæla, tað kostar einki og kaffe er eisini ókeypis.

Skriv frá kappingarleiðslu til leikarar og foreldur

Tíðarætlan og kappingarskrá: verður at síggja her

Hygg á BSF.FO seint frággjakvøldi, tí broytingar koma møguliga í av avboðum v.m.


Tíð og stað:

Badmintonhøllini og í KÍ høllini í Klaksvík, leygardagin 5. desembur.

U-11D dreingir og U-11C byrjað kl 9:00 og møta kl. 8:30
U-11D gentir byrjað kl. 9:15 og møta 8:45

Øll onnur møta ½ tíma áðrenn fyrsta dyst

Vaksin: Spæla sunnudagin 6. desember í Badmintonhøllini, Byrjað verður kl. 13:00.

Reglugerð Spælt verður sambært “DBF´s turneringsreglement.” (Tó verður møguliga spælt til færri

enn 21 stig)

Heiðursmerki:Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.

Gjald: Leygardagin (U-11, U-13, U-15, U-17): kr. 50,-Sunnudagin (vaksin): kr. 100,-

(Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum)


Avboð:Ber ikki til at møta til kappingin (til dømis vegna sjúka), verða tit vinarliga biðin um at melda avboð til ein av niðanfyristandandi í kappingarleiðsluni hjá KBF.

·Áðrenn leygardagin 5. desembur við SMS til kappingarleiðslu hjá KBF (sí telefonnummar niðanfyri)

·Leygardagin 5.des og sunnudagin 6. des til kappingarleiðslu hjá KBF (sí telefonnummar niðanfyri)

Kappingarleiðsla KBFSigurð Jacobsen tlf. 235088

Ábyrgd fyri kappingarskrá: BSF: Kappingarnevndin hjá BSF