JFK Trol hevur í dag keypt rækjutrolaran Arctic Viking frá P/F Líðini í Kollafirði
Í september 2021 keypti JFK Trol ein part av P/F Líðini, tí feløgini høvdu felags áhugamál. Líðin og JFK Trol hava síðani samstarvað.
Samstarvið hevur gingið sera væl, og JFK takkar í hesum sambandi manning og leiðslu fyri gongdina higartil.
Í dag hevur JFK Trol so yvirtikið skipið frá Líðini.
Um stutta tíð fer skipið á rækjuveiðu. Skipið fer framvegis at eita Arctic Viking, og tað fer at sigla við somu manning.
Arctic Viking hóskar væl til virksemið hjá JFK Trol, og tað er orsøkin til keypið.



