Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Joachim Boldsen fekk fólkið við

Jákup Ósá

Leygarkvøldið hevði fyrrverandi danska hondbóltsstjørnan Joachim Boldsen fyrilestur á Skúlatrøð.

Tað var í sambandi við, at Team Klaksvík fyllir 10 ár, at felagið hevði fingið donsku hondbóltsstjørnuna hendan vegin. Boldsen var fyri nøkrum árum síðani millum bestu leikararnar hjá Danmark, sum m.a. vann EM í 2008. Hann greiddi frá sínum hondbóltslívi og ymiskum øðrum á lívsleið síni. Hann dugdi væl at fáa ein lættan tóna yvir tað heila, og áhoyrararnir hugnaðu sær óført. At enda fekk hann eisini fleiri spurningar frá áhoyrarunum, har hann m.a. segði, at teir leikararnir, sum hann gjøgnum sínar royndir metti hava best hugburð, vóru íslendarar. Hann segði eisini, at besti leikarin, sum hann hevði spælt ímóti var uttan iva Nikola Karabatic. Tá hann bleiv spurdur um besta venjara so segði hann m.a., at hann hevði havt fleiri betri venjarar enn fyrrverandi danska landsliðsvenjaran Ulrik Wilbek, sum fleiri kanska væntaðu hann fór at nevna sum ein tann besta.

Boldsen starvast í dag hjá TV3Sport, har hann segði seg trívast væl við einari góðari løn. Niðanfyri eru myndir av tiltakinum á Skúlatrøð við Boldsen, sum Team Klaksvík skipaði fyri.