Týski venjarin var nøgdur við dystin í kvøld, hóast betringar kunnu gerast..
Joachim Löw segði soleiðis við miðlarnar eftir dystin:
– Vit vóru pliktaðir at fáa 3 stig í dag, sum vit eisini gjørdu. Men sum vit sóu, so verja føroyingar væl. Tað var ikki lætt at koma ígjøgnum og serliga seinasta avleveringin má blíva betri hjá okkum. Nú kunnu vit tryggja okkum HM plássið á heimavølli, sum er ein góð støða at vera í, segði Joachim Löw við miðlarnar eftir dystin.




