Bókin ”Søgan um Nólsoyar Páll” er um at verða útseld, men rithøvundurin sigur at sum hann roknaði við so hava tíðindafólkini í Kringvarpinum ella Sosialinum umrøtt bókina og tað sigur ikki so lítið um hesar miðlarnar.
Bókin ”Søgan um Nólsoyar Páll” er um at verða útseld, men rithøvundurin sigur at sum hann roknaði við so hava tíðindafólkini í Kringvarpinum ella Sosialinum umrøtt bókina og tað sigur ikki so lítið um hesar miðlarnar.
Jóan Karl Høgnesen sum umframt at hava verið leiðari á Vaktar og Bjargingartænastuni eisini hevur drúgvar leiðara royndir innan donsku marinuna, milliteri og føroyska og danska fyrisiting, skrivar og dokumenterar í bókini ”Søgan um Nólsoyar Páll” hvussu páhald og lygnir verða brúktar í politisku skipanini, fyrisiting og í føroysku miðlunum.
– Bókin er um at verða útseld men hóast hetta so er ”sigandi” tøgn í Kringvarpinum og Sosialinum sum annars ikki plaga at halda seg aftur at umrøða bøkur og tey evni tær umrøða.
– Stórur partur av handritinum er skrivað fyri árum síðan og eg kenni ikki so væl til føroysku miðlarnar í dag – men at teir hava valt ikki at umrøða evnini sum verða umrødd í bókini sigur ikki so lítið.
– Í bókini dokumenteri eg m.a. hvussu lygnir og páhald vóru brúkt móti mær og eitt tað kendasta er at miðlar, landstýrisfólk søgdu at til bar ikki at útvega eykalutir til motorarnar í skipinum. Í bókini er váttan frá fabrikkini har staðfest verður at hetta var eingin trupulleiki.
Bókin fæst enn í sølubúðunum.




