Jóan Pauli Jacobsen hevur gjørt nýggjan sáttmála sum ungdómsmenningarleiðari hjá KÍ.
KÍ og Jóan Pauli Jacobsen hava gjørt nýggjan sáttmála. Hann inniber, at ungdómsmenningarleiðarin seinastu árini heldur fram. Jóan Pauli hevur havt starvið síðani kappingarbyrjan í 2009 við undantaki av 2011. Í 2011 og fyrra parti av 2013 var hann hjálparvenjari hjá Effoliðinum hjá KÍ. Hesi árini hava úrslitini verið so mikið góð, at KÍ nærum hvørt ár hevur verið mest vinnandi felagið í Føroyum, har serliga kvinnusíðan hevur staðið sterk. Nevnast kann, a Jóan Pauli Jacobsen á fyrsta sinni var venjari hjá KÍ í 1989, tá hann saman við Jens Hvidemose vandi pinkulingar.
Samstundis er greitt, at Eyðun Thorgeirsson heldur fram sum dómarasamskipari hjá KÍ. Tann leiklutin røkti hann seinnu hálvu í kappingarárinum í fjør. Samstundis fær Eyðun Thorgeirsson ábyrdina av leygardøgunum, tá ungdómsdystir eru.




