Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóan Pauli í Geil ov stuttur

Jóhann Lützen

Stríðsval varð í Gamla Seglhúsinum ígjárkvøldi, tá Norðoya Fólkafloksfelag hevði ársaðalfund.

Norðoya fólkafloksfelag hevði ársaðalfund ígjárkvøldið. Á skránni var millum annað val av nevnd. Nógv fólk var møtt á fundi. 

Bæði formaðurin Símun Gullaksen og næstformaðurin Hallstein E. Jacobsen stóðu fyri vali, ímeðan Kári Kallsberg, Lena í Buð og Ruth Johannesen ikki stóðu fyri vali. 

Símun Gullaksen og Hallstein E. Jacobsen tóku báðir við afturvali og harumframt skeyt fundurin upp Jóan Paul í Geil. Tá atkvøðugreiðslan hevði verið, vísti tað seg at Símun og Hallstein vórðu afturvaldir

– Hallstein fekk yvir 30 atkvøður, Símun eini 20 og eg 10 atkvøður, tað eri eg sera fegin um, tí eg hevði ikki gjørt nakað beinarbeiði áðrenn fundin. Tað er eitt sindur løgið at tann sum fær mest atkvøður ikki gerst formaður, sigur Jóan Pauli í Geil í stuttari viðmerking við Norðlýsið