(Budapest) Ein sera vælleikandi Jóan Símun Edmundsson var vónbrotin um, at Føroyar ikki fingu brotsspark, sum liðið átti.
Helst besti útileikarin á føroyska landsliðnum í Ungarn var Jóan Símun Edmundsson. Hann var vónbrotin eftir dystin.
– Vit føla, at vit eru væl við í dystinum hóast teir hava bóltin størsta partin av tíðini. Og so er ein avgerandi støða, ið gongur ímóti okkum, so samanlagt eitt stórt vónbrot at standa eftir við øllum. Teir hava kanska nakrar møguleikar meir enn vit, men so føli eg, at støður ganga ímóti okkum, men tað er kanska vanligt tá ein spælt á útivølli móti einari stórari tjóð.
– Tað er ein stór uppliving hvørjaferð at spæla á landsliðnum, og tað var tað sama í dag á hesum leikvøllinum við hesum áskoðarunum, segði Jóan Símun eftir dystin.
Hann sigur, at hann er væl fyri at spæla longu um trý døgn móti Rumenia.
– Eg føli meg væl fyri. Eg spæli hvønn dyst í Vejle, og tað er eitt sindur hægri støði enn í Vejle og tað merkist. Kroppurin hevur tað gott og og eri klárur aftur sunnudagin, tí tá skal tað vera at vit fáa stig, segði Jóan Símun Edmundsson við Norðlýsið eftir dystin.




