– Sum støðan er í løtuni, so er tað nokk líka sannlíkt, at eg spæli í Føroyum sum nakra aðrastaðni, sigur Jóan Símun Edmundsson við Norðlýsið.
Jóan Símun Edmundsson er helst ein av teimum leikarunum, ið hevur størsta áhugan millum føroysku feløgini. Og nú nærkast, til hann fer at taka eina avgerð um hansara framtíð.
– Vit gevast at venja her í Viking um tvær vikur. Tað verður nokk ikki fyrr enn eftir tað, at eg taki eina avgerð. Eg havi tilboð bæði uttanlanda og í Føroyum. Og sum støðan er í løtuni, so er tað nokk líka sannlíkt, at eg spæli í Føroyum sum nakra aðrastaðni, sigur Jóan Símun Edmundsson við Norðlýsið.
Sum skilst eru HB og B68 millum liðini, ið hava bjóðað honum sáttmála. Og fyrr í ár visti Norðlýsið at siga, at KÍ vísti honum áhuga. Um tann áhugin framvegis stendur við, duga vit ikki at meta um í núverandi støðuni. Eisini Víkingur og AB leita eftir framrættaðum leikara og kunnu hugsast at liggja framvið.




