Jóan Símun Edmundsson gav Føroyum vónina aftur við útjavnandi máli, áðrenn hann í seinna hálvleiki fekk sær eitt púra óneyðugt reytt kort, sum í veruleikanum gjørdi enda á føroyska liðnum.
Norðurírland byrjaði annars nógv betri og útiliðið fekk eisini mál skjótt eftir frísparksinnlegg. Júst frísparksinnlegg komu at vera mønustingurin hjá Føroyum, tí 2 av 3 málum komu uppá tað. Føroyska liðið kom sum fráleið betri við, og Jóan Símun Edmundsson fekk eisini javnað eftir upplegg frá Sonna Ragnar Nattestad.
Í seinna hálvleiki hevði føroyska liðið gott tamarhald á dystinum fram til Jóan Símun Edmundsson fyri aðru ferð fekk gult kort fyri óneyðuga harða takling. Føroyska liðið klárar sjáldan at halda støðið í undirtali, og soleiðis var heldur ikki hesaferð. Norðurírland tók yvir og fekk skorað 2 mál og tryggjað sær ein 3-1 sigur í einum dysti, har føroyska liðið fram til reyða kortið sá út til at hava góðan møguleika at fáa minst 1 stig.
Mánakvøldið kl. 19.45 spæla Føroyar í Finnlandi.




