Jóan Símun Edmundsson skoraði í dag kanska vakrasta málið í Danmark í ár.
Vejle tapti annars 3-1 á heimavølli móti Silkeborg. Men málið hjá Vejle skoraði Jóan Símun Edmundsson og talan var um eitt mál, sum fer í søgubøkurnar. Danskir miðlar gera eisini nógv burturúr málinum, har føroyingurin driblaði framvið 5 leikarum áðrenn hann setti bóltin í málið.
‘Joan Edmundsson dribler som en anden Lionel Messi forbi en håndfuld Silkeborg-spillere og scorer et af de smukkeste og frækkeste mål set i Vejle – og alle mulige andre steder – i meget lang tid. Wow!’ skrivar TV3Sport á síni heimasíðu.
Málið kann síggjast HER




