Fyri fyrstu ferð síðani 2014 skal KÍ royna seg uttan Jóannes Bjartalíð, sum nú er farin til norska felagið Fredrikstad.
Jóannes Bjartalíð hevur gjørt ein sáttmála fyri trý ár í Fredrikstad, har fyrverandi KÍ-venjarin, Mikkjal K. Thomassen, nú er venjari. Fyrsta tíðin hjá Jóannes hevur verið merkt av einum skaða, men hann væntast klárur til kappingarbyrjan 10. apríl.
Fyrsta tíðin
– Hon hevur verið góð. Eg eri væl móttikin og fallin øgiliga væl til. Men eg havi verið skaddur líka síðan eg kom og eri tað enn. So nú gleði eg meg bara at koma út á vøllin aftur, sigur Jóannes Bjartalíð við Norðlýsið.
Venja meir
– Støðið er gott og sindur hægri enn heima í Føroyum, haldi eg. Vit venja tvær ferðir um dagin seks dagar um vikuna í løtuni.
Tað sær gott út
– Kappingin byrjar 10 apríl, og vónirnar eru øgiliga góðar. Vit hava sæð góðir og stinnir út teir fyrstu venjingardystirnar, sigur hann.
Væntar nógv av KÍ
– Eg royni at fylgja við og havi hugt eitt sindur eftur dystunum, sum hava verið. Eg vænti sjálvandi nógv av KÍ í ar. Teir hava ein krútsterkan hóp og hava fingið nakrar svangar menn inn í venjarahópin, sigur Jóannes Bjartalíð at enda við Norðlýsið.



