Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóannes Bjartalíð nærkast Olgar Danielsen

Jákup Ósá

Skorar Jóannes Bjartalíð tvey mál, eins og hann gjørdi í gjár, í San Marino um eina viku, so er hann komin ájavnt við Olgar Danielsen á toppskjúttaralistanum hjá KÍ í Europa.

KÍ hevur eftir dystin í gjár skorað 19 mál í Europa-kappingum. Toppskjútti er framvegis Olgar Danielsen, ið hevur skorað fimm mál. Jóannes Bjartalíð er eftir, at hava skorað tvey mál í gjár, komin uppá 2. pláss. Hann hevur tilsamans skorað trý mál. Um eina viku hevur hann møguleikan at leggja afturat hesum, tá KÍ spælir útidystin móti Tre Fiori. Jóannes Bjartalíð var annars sera eyðsýndur í gjár, tí hann var við í fýra av teimum fimm málunum hjá KÍ.

 

 

Málskjúttar hjá KÍ í Europa:

Olgar Danielsen 5 mál

Jóannes Bjartalíð 3 mál

Allan Mørkøre 2 mál

Deni Pavlovic 2 mál

Páll A. Klettskarð 1 mál

Ronni Møller-Iversen 1 mál

Simen Sandmæl 1 mál

Jonn Johannessen 1 mál

Patrik Johannesen 1 mál

Kurt Mørkøre 1 mál

Kaj Ennigarð 1 mál