Útfrá dagsins venjing eru ábendingar um, at KÍ-leikarin missir sítt pláss í uppstillingini til landsdystin móti Moldova.
Í Nations League byrjaði Jóannes Bjartalíð inni í øllum seks landsdystunum. Men nú sær út til, at hann missir plássið á liðnum. Helst er orsøkin, at nærum allir leikarar eru tøkir hesaferð, eisini Jóan Símun Edmundsson, sum ongan dyst spældi frá byrjan í Nations League.
Dagsins venjing vísti, at Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson og Brandur H. Olsn fara at manna miðvøllin, meðan Klæmint A. Olsen og Jóan Símun Edmundsson vera í álopinum, um leikskipanin verður 5-3-2. Verður hon 4-4-2, so kemur Gunnar Vatnhamar afturat á miðvøllin, um dagsins venjing var eftirfarandi. Fyrivarni skal takast við, at ein venjing ikki altíð gevur røttu uppstillingina og tí kunnu broytingar koma í mun til tað, sum venjingin vísti.
Einasti KÍ-leikarin, sum væntast at byrja inni er Odmar Færø, um hann ikki verður darvaður av skaða.
Teir 11 leikararnir sum kunnu hugsast at byrja inni í Moldova útfrá dagsins venjing eru: Gunnar Nielsen/Teitur M. Gestsson – Gilli R. Sørensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen.



