Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóannes Bjartalíð skal royndarvenja í Danmark

Jákup Ósá

Mongu málini og uppleggini hjá unga klaksvíkinginum hava vakt ans uttanlands.

Mongu málini og uppleggini hjá unga klaksvíkinginum hava vakt ans uttanlands.

Jóannes Bjartalíð váttar fyri Norðlýsinum, at umboðsmaðurin Annfinn Gaard hevur fingið eina avtalu í lag við Vejle Boldklub, har hann skal royndarvenja í eina viku. Royndarvenjingin byrjar mánadagin.

Vejle, sum hevur føroyska Viljorm Davidsen í hópinum, liggur í løtuni á 8. plássi í næstbestu donsku deildini. Men liðið hevur leikt ein dyst færri enn tey, sum eru frammanfyri og hevur bara 5 stig upp til playoff dystirnar.

Jóannes Bjartalíð skeyt í ár 17 mál og legði upp til 10 mál í Effodeildini, har hann annað árið á rað bleiv valdur til ársins unga leikara í Effodeildini.

Harleywoodpaint