Tað eru bert tríggir, ið hava skotið 100 mál fyri KÍ, og nú sunnudagin ímóti Skála gjørdist Jóannes Bjartalíð sjálvur triði av teimum. “Tað er ordiliga stórt fyri meg”, sigur ein fegin málskjútti við Norðlýsið.
(Grein úr blaðnum)
Fótbóltur hevur sera nógv at siga fyri familjuna hjá Jóannesi, og tað ger tað eyka stórt. Jóannes rópar sína familju fyri eina KÍ-familju, og sum vera man eru tey stolt av unga málskjúttanum.
Jóannes Bjartalíð byrjaði at skjóta mál fyri KÍ í 2015, og millum tey hundrað hava verið nakrar ordiligar perlur, ið eru flottari enn bara “vanlig” mál. Jóannes Bjartalíð minnist serliga væl málini, ið eru skotin ímóti B36. Eitt av teimum varð skotið í steypakappingini, og so var tað málperlan í “finaluni” í landskappingini í 2019, tá Jóannes hegnisliga negldi tann seinasta seymin í kistuna hjá B36 við einum fínum frísparki til 3-0. Hartil minnist Jóannes eisini aftur á eitt mál uppá langskot ímóti ÍF í Klaksvík í 2019, nú vit biðja hann nevna málini, hann er mest errin av.
Fyrsta málið, hann nevnir, er í steypakappingini ímóti B36. KÍ spælir við 10 monnum ímóti 11. KÍ stendur djúpt og verjir, tá Páll Klettskarð hælar bóltin til Jóannes, sum rennur alla síðulinjuna fram og inn í B36’sa fimmmetur, og setir síðani bóltin í málið.
Hóast Jóannes Bjartalíð er KÍ’ari við stóra K, so noktar hann ikki fyri, at hann hevur bæði áhuga og dreymar um at gera seg galdandi. Ikki í einum mótstøðufelagi hjá KÍ, men uttanlanda. Hann hevur fingið okkurt tilboð í onkrum øðrum Norðurlandi, men tað er ikki blivið til nakað ítøkiligt. Í dag sigur Jóannes B., at hann er byrjaður í skúla í Føroyum, og KÍ er blivið risastórt, so dreymurin um at fara uttanlanda fyllir nógv minni nú, enn hann hevur gjørt.
– “Eg havi tað ordiliga gott her í Klaksvík”, sigur hundraðmálsskjúttin.
Víkingadysturin verður intensur, tættur og spennandi
Prátið fellir síðani inn á Víking í Gøtu tann 11. september. Har væntar Jóannes Bjartalíð ein øgiliga tættan og spennandi dyst. KÍ hevur havt gott tak á Víkingi, síðani Mikkjal Thomassen tók yvir, og hevur ikki tapt serliga ofta ímóti felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík. Dysturin er ómetaliga týðandi, kanska tann mest týðandi á árinum, tá vit hugsa um leiðina ímóti Føroyameistaraheitinum.
Um KÍ vinnur komandi sunnudag í Gøtu, kunnu teir næstan kalla seg føroyameistarar, og Jóannes leggur áherðslu á orðið “næstan”. Tí onki er liðugt fyrrenn alt er liðugt, segði ein kendur viðoyingur.
Fyrst gongur leiðin tó vestur í Vágarnar, har eitt 07 Vestur, sum júst hevur spælt Víkingi eitt stórt puss, tekur ímóti. Hesaferð er vágamenn vertir í steypakappingini um løgmanssteypið, og denturin hjá KÍ verður her lagdur á at skapa eitt gott útgongdsstøði. Semifinalan um løgmanssteypið er nevniliga tveir dystir, ein úti og ein heima hjá hvørjum liði. Langt verður fyri í Vágum tann 7. september, og so verður returdysturin í Klaksvík 5. oktober.
– “Vit ætla okkum í finaluna, so hendan dystin taka vit í størsta álvara”, sigur Jóannes.
Glaður fyri kritikkin um vantandi “juice”
Fleiri fjepparar hava kritiserað KÍ, serliga tá tað kemur til at skjóta nóg mong mál og tað, at spælið ikki er so “sprudlandi”, sum tað var í fjør. Vit spyrja Jóannes, hvat hann hevur at siga til tað, og svarið er, at programmið hjá KÍ nú í summar hevur verið sera pressað. Og rætt hevur hann, tí KÍ spælir bæði miðvikudystir og sunnudagar í vikur. Frá 1. til og við 11. september skal KÍ spæla 4 dystir, harav tveir eru leiktir, og tað setir síni spor á leikararnar.
Jóannes Bjartalíð tekur annars avgjørt ikki kritikkin illa upp. “Tað er stuttligt, at fólk forvænta av okkum, at vit vinna 5-0 og meira enn tað. Tað er stuttligt, tí vit hava hækkað standardin so høgt, at fólk vænta so nógv av okkum. Tá tað ikki er nokk at vinna 1-0 og 2-0 longur, tá vita vit, at vit hava hækkað standardin.” Hann undirstrikar:
– “Tað er heilt ótrúliga stuttligt at spæla fyri KÍ. KÍ hevur broytt seg heilt ekstremt nógv, síðani eg byrjaði, og tað er bara stuttligt at vera ein partur av tí.”
Jóannes Bjartalíð verður ein legenda
Áðrenn Jóannes Bjartalíð hava tvær KÍ-legendur gjørt tað sama, nevniliga skotið 100 mál. Teir vóru Kurt Mørkøre og Páll Klettskarð. Jóannes veit ikki, hvussu nógvar dystir teir spældu fyri at røkka 100 málum, men sær sjálvum hevur tað tikið 204 dystir.
Mánaðarligi prísurin hjá KÍ fór eisini til Jóannes Bjartalíð, og ístaðin fyri Fríðin Ziskason, fyrrverandi KÍ-ara og nú nevndarlim í FSF, sum annars skuldi handa Jóannesi hann, var tað í staðin ongin minni enn kenda Fótbólts-Omman, Rúna Frimannsdóttir, ið handaði ommusoninum heiðurin.



