Tað er nú greitt at Jóannes Jakobsen, sum í ár hevur staði á odda fyri B36, ikki kemur at standa á odda fyri árstalsfelagnum komandi ár
Hóast B36 verður silvurvinnari 2004, so má staðfestast at hetta er ikki nóg mikið fyri leiðsluna í B36, sum harvið eisini hevur plasera ábyrgdina hjá venjaranum.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá leiðsluni ella venjaranum hjá B36.
Tað er tó ikki nakað nýtt at síðan Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni skiftu til HB, hevur misnøgd valdað innan felagið, og arbeitt hevur verið við at skifta leiðsluna út.
Hvør, ið skal avloysa Jóannes í venjarastarvinum er ikki greitt enn, men Jógvan Martin Olsen skal verða eitt gott boð.




